Vask av køssum og kørum

    Vit hava síðan byrjan lagt okkum eftir at hava so góðar og reinar kassar sum gjørligt.

    Í 2001 gjørdu vit íløgur í eitt stórt vaski-virki, sum kann vaska umleið 100 kør + 700 kassar hvønn tíma. Vaskað verður við heitum vatni og kaustiskari sodu, soleiðis at kassar og kør gerast heilt rein.

    Vatn og hiti verða endurnýtt, so árinið á umhvørvið gerst minst møguligt. Eftirlit er eftir vask, soleiðis at møguligir brotnir kassar verða tiknir frá. Soleiðis verður góðskan á leveraðum køssum best møgulig.

    Standardur fyri vask:

    Kassar vera brúktir til matvøru, og mega vera heilt reinir.
    Kassar skulu vera so reinir, at teir uttan trupuleikar kunnu fara út til ein og hvønn kunda.