Um kassamiðstøðina
Kassamiðstøðin var stovnað í 1995, tá standurin á fiskakøssum var sera vánaligur. Tað var Føroya Ráfiskakeyparafelag, sum tók stig til stovnanina. Tá var ein akuttur tørvur at fáa skipaði viðurskifti. Tað fyrsta Kassamiðstøðin gjørdi var at seta standardir, sum umfataðu m.a. kassasløg, litir, merking, pantiprísir o.s.v.
Kassaparkin var í sera vánaligum standi í 1995, og tað vóru alt ov fáir kassar tøkir hjá vinnuni.
Mestsum allir teir gomlu kassarnir vóru vrakaðir. Nýggir og fleiri kassar vóru keyptir ístaðin fyri teir vrakaðu. Seinni var Kassamiðstøðin deild sundur í ymisk virkisøkir / feløg, og felagið KASSI P/F helt áfram við upprunavirkseminum.