Hví kosta kassar
Kassaskipanin hjá P/F Kassa, er ein kollektiv kassaskipan, hvørs endamál er at gera tað so smidligt sum gjørligt hjá vinnuni at handla fisk. Harvið fáa partarnir í vinnuni mest burturúr.
Skipanin virkar á tann hátt, at kassarnir – vístir til høgru – kunna handlast millum partarnar í vinnuni fyri ein fastan pantiprís.
P/F Kassi skal so altíð hava nóg mikið av køssum tøkar, halda hesar viðlíka, og ikki minst, avskriva / útskifta hesar.
Fyri at tað altíð skula vera nóg mikið av køssum, má ‘kassaparkin’ vera nógv størri, enn vanliga nýtslan krevur.
‘Kassaparkin’ hevur eitt kostvirði uppá umleið 60 mill kr.
Um vit avskriva yvir 10 ár, eru avskrivingarnar 6 mill kr. pr ár. Umvælingarnar liggja um 1 til 2 mill. kr. pr ár.
Kassagjalad 100.000 tonsum undan Føroyum svara til 8 mill kr. pr ár.