Limaskapur
Kassarnir, sum KASSI umsitir, verða viðlíkahildnir, og eru altíð í góðum standi.
Hetta, saman við, at tað altíð eru nóg mikið av køssum tøkir, merkir, at kundarnir hava møguleika at hava góðan fisk, og handla hendan til besta prís.
Fyri at kunna handla við pantikøssum, er neyðugt at vera LIMUR í KASSA P/F.
Tað gerst við at undirskriva ‘limaavtalu’, og lata inn kassagjaldsuppgerð, rætt útfylta til tíðina, og gjalda tey ásettu gjøldini.
Vit senda ein kassagjalds-formular til allar Limir einaferð um mánaðin (skip hvørt fjórðingsár).
Um vit ikki hava fingið kassagjaldsuppgerðir fyri seinastu 3 mánaðirnar (skip ½ ár), fellur limaskapurin burtur, og vit kunna ikki longur veita tær nevndu tænasturnar til kundan. Limir mega heldur ikki handla kassar við kundar, sum ikki eru limir.
Handiltreytirnar kunnu heintast her: Handilstreytir